Jón Rói aftur í verjuni

Í morgin fær AaB møguleikan at reisa seg, eftir at felagið hjá tveimum føroyskum landsliðsspælarum mitt í vikuni tapti 5-0 í Randers. Dysturin í morgin verður á útivølli móti Horsens. Hann verður tó ikki spældur í Horsens, men í staðin í Fredericia. Orsøkin er tann, at stadion í Horsens verður umbygt.

Eftir at Jón Rói Jacobsen orsaka av skaða ikki hevur verið tøkur tvær tær seinastu ferðirnar, er hann nú við aftur. Eingin ivi tykist vera um, at Jón Rói verður í AaB miðverjuni. Venjarin, Erik Hamrén, segði seg vera ógvuliga misnøgdan við verjuna í dystinum ímóti Randers, og liðformaðurin og miðverjin Danny Califf er leikbannaður eftir reyða kortið, sum hann sá beinanvegin í Randers.

Súni Olsen spældi 2. hálvleik ímóti Randers, og Súni hevur eisini fingið boð at vera við í ferðini til Fredericia í morgin.

Um Súni verður ímillum teir fyrstu ellivu er meiri ivasamt. Hóast stórtapið ímóti Randers, so sigur AaB venjarin seg ikki vera so illa nøgdan við spælið á miðvøllinum. Heldur var tað í verjuni og í álopinum, at venjarin helt tað ikki hava verið nóg gott.