Jón Rói aftur millum teir bestu

Eftir venjingina fyrrapartin í dag boðaði svenski AaB venjarin, Erik Hamrén, frá, hvørjir sekstan spælarar skulu til arbeiðis í morgin, tá ið AaB skal spæla á útivølli ímóti Súna Olsen og Viborg. Jón Rói Jacobsen hevur verið uttanfyri besta hópin seinastu vikurnar, eitt nú tí hann okkurt skifti hevur verið skaðaplágaður.

Fyrrapartin fekk Jón Rói boð um, at hann skal við til Viborg í morgin. Talan er um rættuliga spennandi avbjóðing. AaB er greitt oddalið í superliguni, nú tað resta seks umfør. Í danska fótbóltsheiminum verður nógv tosað um, at DM heitið liggur til høgra beinið hjá AaB, men tað vilja teir í Aalborg ikki hoyra talan um.

- Vit hava fokus á næstu uppgávuni og ongum øðrum, siga spælararnir og venjarin og ikki minst karismatiski ítróttarstjórin Lynge Jacobsen.

Súni Olsen, sum tað er sannlíkt fer at vera á Viborg miðvøllinum, segði fyrr í vikuni við AaB heimasíðuna, at hann roknar við, at talan verður um tætta og spennandi uppgerð, tí tað stendur nógv upp á spæl hjá báðum pørtum. AaB er á meistarakós, og Viborg er á niðurflytingarplássi.

- Verjuparturin hjá okkum hevur ikki verið nóg sannførandi. Ov nógv mál eru farin ígjøgnum, meðan kontraspælið hevur verið fínt. Lagið er gott undir venjing, og eg eri uppsettur til uppgerðina, sum eg gleði meg nógv til, sigur Súni Olsen, sum framvegis býr í Aalborg og koyrir til Viborg at venja og spæla dystir.