DANMARK 1./2. DEILD
Fyrrverandi liðfelagarnir í HB, Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum vóru í miðdeplinum, tá ið gomlu arbeiðarafeløgini í Keypmannahavn fyrrapartin 1. mai spældu 2-2 í Valby.
Lagið á heimaáskoðarunum var óført, tá ið Jón Rói í 11. minutti hevði lagt heimaliðið á odda. Hann var leysur í brotsteiginum, og mótstøðumenninir vóru sannførdir um, at hann hevði nýtt armin at stýra bóltinum í málið. Tað var dómarin ikki samdur við teimum í, og so fekk málverjin hjá Fremad Amager fyrst gula kortið og síðani reyða kortið fyri at mótmæla.
Andrew av Fløtum hevði fyri fyrstu ferð í langa tíð fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager. Men tá ið málverjin var rikin av vøllin, og tað var neyðugt at seta eykamálverjan inn, varð Andrew tikin av vøllinum.
Fremad Amager stóð seg væl, hóast teir vóru tíggju móti ellivu. Teir vóru leingi frammanfyri 2-1, og tað var ikki fyrrenn seint í 2. hálvleiki, at Frem javnaði við brotssparki.
Horsens var partur av málleysum javnleiki á útivølli móti Køge, sum saman við Frem er kappingarneyti hjá Horsens og SønderjyskE til uppflytingar plássini.
SønderjyskE styrkti um sína støðu, tá ið teir vunnu 4-1 á heimavølli móti botnliðnum Dalum.
Í triði bestu deildini vitjaðu John Petersen og Holsterbro í Lyngby. Heimaliðið vann 3-0, men Christian Lamhauge Holst var ikki millum málskjúttarnar.