Jón Rói Jacobsen spælir í dag kl. 17.00 sera týdningarmiklan dyst móti FC Midtjylland. Dysturin verður vístur á sjónvarpsrásini 3+. Vinnur liðið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen, so endurvinna teir annaðplássið í deildini. Teir liggja í løtuni tvey stig aftanfyri júst FC Midtjylland.
Í Danmark rokna tey við, at Jón Rói Jacobsen byrjar í miðverjuni. Ein av kappingarneytum hansara til júst hetta pláss er Kasper Risgård, sum als ikki er við í hópinum í dag.
– Eg havi ikki spælt so væl sum eg kann í vár, og tí hevur venjarin valt Jón Róa Jacobsen fram um meg, og tað eri eg sjálvandi skuffaður av, men soleiðis er fótbóltur, sigur Kasper Risgård við Tibsblaðið.
Súni Olsen er saman við tveimum øðrum leikarum úti við skaða, og er tí ikki við í kvøld.