Jón Róa dámdi væl Calderwood

Jón Rói Jacobsen hevur sum tann einasti føroyski landsliðsleikarin roynt at vant undir einum av teimum trimum monnunum, sum nú kappast um at blíva føroyskur landsliðsvenjari.

Í 2001 royndarvandi Jón Rói Jacobsen við Tottenham í 14 dagar. Um hetta mundi hevði Colin Calderwood ábyrgdina av eykaliðnum hjá Tottenham.

- Hann var ein fittur maður og ein góður venjari, ið hjálpti mær nógv, greiðir Jón Rói Jacobsen frá, tá hann verður biðin um at lýsa skotan.

- Ofta er tað trupult, tá tú sum fremmandur kemur út at royndarvenja við ymsum feløgum, men í Tottenham dugdi hann væl at taka ímóti mær, sigur Jón Rói Jacobsen.

 

Spurdur, um hann dugir at ímynda sær Colin Calderwood sum føroyskan landsliðsvenjara, svarar Jón Rói Jacobsen, at tað dugir hann ikki at síggja nakran trupulleika í.

- Nú eri eg á ongan hátt serfrøðingur á økinum, og hatta er ein avgerð, sum Fótbóltssambandi tekur fult og heilt. Men tá eg vandi við Tottenham fekk eg eina góð mynd av honum sum venjara, og tað eru sjey ár síðani, so hann er helst vorðin betri síðani tá, sigur Jón Rói Jacobsen.

 

Hvør skal gerast landsliðsvenjari?

TRÝST HER FYRI AT ATKVØÐA