Soleiðis verður tað aftur í ár Jón Pauli, sum skal standa við stýrisvølin, nú felagið aftur ger eina roynd at vinna seg upp í Formula-deildina.
Á heimasíðuni verður sagt, at nevnd og spælarar vóru væl nøgdir við avrikið hjá Jón Paula Olsen farna kappingarár, og at nevndin tí valdi at leingja avtaluna við Jón Paula.
Bjarni Johansen, formaður, sigur við heimasíðuna, at væntandi verður hópurin styrktur við onkrum spælara afturat í næstum.