Vit kenna hann sum sangara og growlara í dómadagsmálmsbólkinum Hamferð. Hansara skiftan millum at syngja reint og at growla er framúrskarandi, og evnini innan fyri bæði sløgini av sangi eru somikið góð, at Birgir Kruse í sínum ummæli mátti lang niður í skjáttuna fyri at finna sangarar, ið Jón minti hann um. Hann var sambært Birgir sum eina samanrenning av PJ Proby, Morrisey og Scott Walker, við einum ferili av Geoff Tate úr Queensryche.
Jón Aldará av Norðoyri er við øðrum orðum ein heilt sermerkt rødd í føroyskum tónleiki, tí hansara ræddarspenni er so vítt, og klangurin so góður.
Ein superbólkur
Týsdagin gjørdist tað greitt, ið annars hevur verið teskað um í krókunum í føroyska tungmálmsumhvørvinum, at Jón er nýggjur oddamaður í finska tungmálmsbólkinum Barren Earth.
Barren Earth er ein sonevndur progressivur deyðsmálmsbólkur, við limum, ið allir frammanundan eru kendir úr øðrum tungmálmsbólkum - við øðrum orðum ein superbólkur.
Bassleikarin Olli-Pekka Laine og keyboardleikarin Kasper Mårtenson spældu áður við finsku tungmálmsrisunum Amorphis. Gittarleikarin Sami Yli-Sirniö spælir við kanska kendasta týska treskimálmsbólinum Kreator. Marko Tarvonen trummar eisini í heidnamálmsbólkinum Moonsorrow, har hann eisini onkuntíð hevur samstarvað við gittarleikarin Janne Perttilä, ið hevur verið live gittarleikari hjá Moonsorrow.
Tað var júst á einari konsertferð hjá Hamferð, Týr og Moonsorrow, at Jón bleiv væl við Janne og Marko. Jón er ikki í iva um, at tað, at hann kendi tveir av limunum, hevur spælt ein stóran leiklut í, at hann fekk sangaraleiklutin.
– Mær hevur dámt bólkin frá fyrstu ferð, eg hoyrdi hann. Men eg vænti ikki, at eg hevði søkt starvið, uttan so at eg kendi teir, so sjálvandi er tað avgerandi. Tað ger tað sjálvandi eisini nógv lættari, at teir vita, hvør eg eri, og hvat eg dugi.
Fjeppari frá fyrsta degi
Jón greiðir frá, at hann hevði frætt um Barren Earth, áðrenn bólkurin kom við sínari fyrstu útgávu EP’ini »Our Twilight«. Hann var fjeppari av Kreator, Moonsorrow, Amorphis og Swallow the Sun, so tá limir í hesum bólkum fóru saman, var tað sera spennandi.
– Mær dámdi væl tónleikin hjá teimum Eg veit væl, at fólk væl dáma at koyra tónleik í ymsar básar, men eg haldi, at tað er skeivt at lýsa Barren Earth sum bara deyðsmálm. Tónleikurin ferðast innan fyri ymiskar genrur, teir verða samanbornir við gamalt tiflar hjá Amorphis, ið nokk er gotiskur deyðsmálmur við fólkarútmum og melodiium. Man hoyrir eisini íblástur frá progressivum tungmálmi sum Opeth, men eisini progrokk úr 70’árunum bólkum sum Yes, King Crimson og Genesis. So eru eisini partar, ið eru deyðsmálmur, tung gittarriff, skjótt trummuspæl og growl, men eisini seiglig petti, ið byggja á dómadagsmálm, sigur Jón.
Barren Earth varð stovnaður í 2008. Finnin Mikko Kotamäki hevur sungið í bólkinum á teimum báðum fløgunum og EP’ini, ið teir hava givið út higartil. Hann valdi í fjør summar at gevast í bólkinum, tí ov trupult var at fáa tíð til bæði Barren Earth og hin bólkin, ið hann syngur í Swallow the Sun.
Sendi umsókn
Tá Jón var í Finnlandi í fjør, hitti hann limirnar í Barren Earth, og tí er nærliggjandi at spyrja, um teir longu tá tosaðu um at fáa Jón at avloysa Mikko.
– Nei, hetta var áðrenn Mikko var farin úr bólkinum. So tað var slett ikki nakað, ið vit tosaðu um. Men sjálvandi er tað ein fyrimunur, at teir høvdu heilsað uppá meg, og eisini kendu til mítt arbeiði í Hamferð. Tá eg sendi mína umsókn um sangaraleiklutin, sendi eg eisini eitt sindur av tí, ið eg havi gjørt við Hamferð, sjálvt um fleiri av teimum kendu tað. Teir vendu eisini skjótt aftur og søgdu, at teir vóru yvirraskaðir yvir, at eg søkti. Men eg fekk tó ikki endalig boð, um at teir høvdu valt meg, sigur Jón
Jón var í heyst í Suðurafrika í sambandi við sín lestur.
– Meðan eg var í Suður Afrika, byrjaðu teir at senda mær tilfar og bóðu meg gera tekstir og melodiir til nýggjar sangir, soleiðis gingu nakrir mánaðir aftur og fram. Eg føldi, at vit vóru á rættari leið, og tað gekk væl. Men tað var ikki fyrr enn teir bóðu meg koma til Finlands í januar, at eg heilt skilti, at teir høvdu valt meg.
Spentir uppá Jón
Jón er í løtuni staddur í Keypmannahavn, eftir at hann hevur verið nakrar dagar í Finnlandi og vant saman við bólkinum. Hann heldur sjálvur, at tað hevur gingið væl, og tað heldur bólkurin eftir øllum at døma eisini.
Á heimasíðuni hjá Barren Earth, siga teir, at teir eru spentir at bjóða Jón uppí bólkin. Seinastu tíðina hevur bólkurin arbeitt við tilfari til sína triðju heilu útgávu, og ætlanin er at fara í upptøkuhøli saman við Jón á vári 2014.
Janne Perttila gittarleikari leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann tosar um nýggja føroyska sangaran:
– Jón er ein vinur við einari sterkari rødd, ið er einki minnið er fullkomin til okkara tilfar – gamalt og nýtt. Eg flenti bara bítt, tá vit vandu nakrar av nýggju sangunum við honum, fyrstu ferð vit vandu saman. Hetta var eftir, at vit høvdu sent tilfar aftur og fram seinastu mánaðirnar. Alt ljóðaði bara so væl. Eg veit væl, at tað ljóðar sum ein kliché. Men hansara íkast til nýggja tilfarið, hevur tikið ljóðið hjá okkum til eitt heilt nýtt støði. Eg kann næstan ikki bíða, til at sleppa út at spæla konsertir við honum og í upptøkuhølið.
Luttekur í sangskrivingini
Jón sigur, at eitt tað besta við samstarvinum við Barren Earth, er mátin bólkurin skrivar tónleik. Allir limirnir luttaka, og beinanvegin er Jón sloppin at gera tekstir og melodiir, umframt at geva sítt íkast til tað, ið hinir skriva. Sostatt fær hann ein stóran leiklut í at skapa tilfarið, ið skal á komandi fløguna.
Eitt, ið er sera ørvísið við tónleikinum hjá Barren Earth í mun til Hamferð, er at nærum allir liminirnir í bólkinum syngja. Jón heldur, at tað verður áhugavert skriva tónleik við nógvum røddum, og øgilig kul at spæla live við sangarum, ið syngja harmoniir aftanfyri seg.
Lívfrøðislesnaður
Í løtuni situr Jón í Keypmannahavn og skrivar sína bacheloruppgávu í lívfrøði lidna. Men hvussu fer nýggi leikluturin í Barren Earth at ávirka lesnaðin og leiklutin sum sangari í Hamferð?
– Eg lati mína bacheloruppgavu inn í februar og havi alla tíðina havt ætlanir um at halda frí komandi semestur. So eg fái uttan trupulleikar spælt fløguna inn. Eg ætli mær so at fara undir kandidatpartin aftan á summarfrítíðina. Mín útbúgving kann í stóran mun avgreiðast umvegis internetið. Eg kann tí fara á konsertferðir, uttan at tað órógvar ov nógv, so ætlanin er at royna at fáa tað at ganga.
Hamferð er ein kærleiki
Jón leggur dent á, hann ikki hevði droymt um at farið úr Hamferð. Hóast hann nú er í einum bólki, ið er kendari enn føroyski dómadagsbólkurin.
– Nei, slett ikki! Hamferð er ein kærleiki, ið ongantíð doyr. Vit hava arbeitt so nógv við hesum tey seinastu árini, at tað er eingin tjansur at eg leggi tað undir jørðina, sigur hann avgjørdur. Ætlanin er, at eisini Hamferð fer á konsertferð í ár, og tað gleðir hann seg til.
Flestu av hinum limunum í Barren Earth spæla jú eisini í øðrum bólkum, so tað ber væl til at fáa skemaðini at ganga upp, vísir Jón á.
– Barren Earth er ein kendur bólkur, men teir hava ikki verið á so nógvum konsertferðum enn, tí tíðin ikki hevur verið til tað, men ætlanin er at spæla meira nú, og hetta er ein av orsøkunum til, at bólkurin hevur skift sangara.