Jón millum teir bestu í Danmark

Tvær vikur eftir at hann hevði vunnið JM eydnaðist tað lambamanninum, sum áður hevur róði við Eysturoyingi og Havnarbátinum, at gerast fimti bestur í kappingini millum teir tyngstu í Danmark

ÚTISETARÓÐUR

Jón Rosenblad úr Lamba smokkaði ikki burtur ímillum, tá ið hann leygardagin bjóðaði seg fram í innandura DM kappingini. Bestu rógvararnir í Danmark kappaðust í ítróttarhøllini í Gladsaxe. Fleiri føroyingar, sum nýta ein part av frítíðini í neystinum í Ishøj, royndu seg í Gladsaxe, har umstøðurnar vóru rættuliga góðar at rógva, men tað var bara fyrrverandi rógvarin á Havnarbátinum og Eysturoyingi, sum stakk seg fram millum teir bestu.
Jón Rosenblad luttók á 2000 metrum í tí, sum teir nevna tungvekt. Átjan vóru við í júst hesi kappingini, og Jón endaði á fimta plássinum.
Eftir luttøkuni at døma so er tað vorðið populert at kappast á rógvimaskinum. 42 róðrar vóru á skránni, og tað var í átjanda róðrinum, at føroyski rógvarin rakk fimta plássinum. Tíðin hjá Jón Rosenblad var 6.11.2. Talan var um nýtt persónligt met, men tað var kortini fitt lop fram til vinnaran, Jacob Jespersen, sum vann við tíðini 5.57.6. Nítjan tóku lut í hesi kappingini.
Fróði Waag, nevndarlimur í Klaksvíkar Róðrarfelag, var hjástaddur, og hann hevur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, góða lýsing av kappingini. Fróði greiðir soleiðis frá, hvussu tað gekk, tá ið Jón Rosenblad royndi seg:
- Í 18. róðrinum var lagt upp til spenning, tá ið nítjan av sterkastu rógvarunum í ríkinum møttust. Tað var týðuligt, at hetta fór at verða ein harður róður fyri Jón, tí fleiri av mótstøðumonnunum vóru sera stórir á at líta. Men Jón lat ongan iva vera um, at hann ætlaði sær fram í oddin. Tá teir 19 tóku fyrsta takið, man hava staðið nógv á gólvinum í høllini. Jón helt seg beinanvegin frammanfyri miðjuna, og so helt hann tørn. Tá ið farið var um túsund metra málið, legði Jón so við og við fleiri aðrar rógvarar aftur um seg, og tað tóktist sum um, at tað kom meiri ferð á hjá honum. Tá ið tað avtornaði, endaði Jón á fimta plássinum. Tíðin var 6.11,2, og tað er eisini persónliga met hjá honum.
Tá ið Jón var liðugur at rógva, og hevði rindað møðina eitt sindur, greiddi hann soleiðis frá um, hvussu hann hevði upplivað róðurin, um tað ber til at kalla hetta soleiðis:
-Mótstøðumenninir vóru ógvuliga stórir og bulmiklir. Eg hevði ætlað mær at røkka 6.10.0. Men hóast tíðin gjørdist eitt sindur meiri enn eitt sekund lakari enn tað, sum eg hevði ætlað, so kann eg ikki siga annað, enn at eg eri væl nøgdur við avrikið. Eg setti persónligt met, og um tíðin hevði havt verið eitt stórt sekund betri, so hevði tað kortini ikki broytt endaligu plaseringina.
Tíðirnar hjá teimum bestu í kappingin 23-29 ár og í tungvekt vóru hesar: 1. Jacob Jespersen 5.57.6, 2. Peter Sylvest 5.58.2, 3. Anders Moustgaard 6.00.5, 4. Thomas Larsen 6.05.0, 5. Jón Rosenblad 6.11.2.
Í vikuskiftinum fer at bera til at finna fram til, hvussu støðið hjá føroyingum heima á landi er á maskinuni, tá ið sammett verður við teir, sum hesar seinastu vikurnar hava kappast í JM og DM.
Jón Rosenblad hevur boðað frá, at hann fer at taka lut í FM kappingini, sum Havnar Róðrarfelag fer at skipa fyri í vikuskiftinum. Einki er at ivast í, at tað, at jyski meistarin og fimti tann fimti besti í DM á 2000 metrum í kappingini millum tungvektarar í aldrinum 23-29 ár verður millum luttakararnar, fer at hava við sær, at áhugin fyri kappingini verður uppaftur størri, enn hann longu tykist at vera.