Heitið á framsýningini er Tórshavn. Teir 30 málningarnir, ið eru við íalt, lýsa høvuðsstaðin hvør á sín hátt.
Jón hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu tríati árini, harav mangar í Smiðjuni. Hann hevur málað frá ungum árum og var á listaskúla í Danmark í 2003.
Framsýningin letur upp nú fríggjadagin kl. 15.
Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum. Her hevur hann egið atelier.










