Í dag 21. apríl klokkan 15-17 letur Jón Magnus Joensen upp framsýning í Mentamálaráðnum, Hoyvíksvegi 72. Á framsýningini eru 27 málningar.
Til ferniseringina syngur og spælir Bárður Johannesen egin løg av komandi fløguni hjá sær.
Jón Magnus Joensen er føddur í 1963, og hann hevur málað frá tí hann var 13 ára gamal. Tað var ein lærari í barnaskúlanum, ið kveikti áhuga hansara fyri at mála. Jón hevur luttikið á nógvum ólavsøkuframsýningum, framsýningum hjá Lions Club og fleiri ferðir havt stakframsýningar m.a. í Smiðjuni í Lítluvík. Í 2003 var Jón á listaháskúla í Holbæk.
Stílurin er ekspressionistiskur. Jón málar livandi og lætt - nýtir til tíðir sterkar litir. Myndevnið er náttúran.
Framsýningin, ið heldur fram til hálvan juli, er opin mánadag til hósdag 8?16 og fríggjadag 8-15. Øll eru hjartaliga vælkomin.