Jón Krosslá einsamallur málskjútti

Tað er gott fótbóltslag í Vági í dag. Seinnapartin vann VB/Sumba 1-0 á Vágseiði ímóti AB. Harvið eiga argjamenn bæði fyrsta málið og fyrsta stigið til góða í Formula deildini, har teir royna seg fyri fyrstu ferð.

Einsamalla málið skoraði Jón Krosslá, tá ið tað restaðu 20 minuttir, eftir at innlegg var komið úr høgru síðu.