Tað er nú greitt, at lærarin, og fyrrverandi leiðarin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Jón Kragesteen, fer at stilla upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.
Hann sigur at hann ivaðist ikki í at taka av, tá ið hann varð spurdur um hann vildi stilla upp, og ein orsøk til tað, er, at hann heldur, at vit skipa okkara samfelag væl burðardyggari, enn vit gera í dag.
Hann heldur nevniliga, at veðurlagsbroytingarnar eru størsta avbjóðingin fyri framman og tí heldur hann, at nógv meiri ferð má setast á arbeiðið at leggja um frá olju til varandi orku.
Og hann heldur eisini, at tað verður neyðugt at vit verða nógv meiri sjálvveitani við matvørum.
Jón Kragesteen er 59 ára gamal og er varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Afturat læraraútbúgvingini hevur hann Diplom útbúgving í leiðslu og West Nordic Studies, sum er samfelagsfrøðiligt masterprógv í leiðslu og burðardyggari fyrisiting.
Umframt lærarastarvið var Jón í rúma tíð leiðari í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har eitt tað størsta málið var at fáa Null hugsjónina inn í ferðslulógina og at fáa Ferðslutrygdarætlanina 2007-2015 til veruleika.