Jón er føddur og uppvaksin í Havn, sonur Theu, f. Joensen, úr Hesti og Karl Johansen, Karl hjá Talis, úr Havn.
Jón er útbúgvin bilmekanikari, hann lærdi hjá Frits Jensen í Gundadali. Áðrenn hann fór í læru, var hann ørindadrongur hjá Tórshavnar Kommunu ein tíð. Hann arbeiddi sum postboð í umleið fimm ár, áðrenn hann í umleið 1989 fekk starv sum oljufýrservicemaður hjá Shell.
Hann er B36´ari sum tey flestu á Abbatrøð, umframt tað er hann næstformaður í B36. Eisini var hann í fleiri ár startdómari hjá Róðrarsambandinum. Hann er eisini virkin í politikki og er kassameistari í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Honum dámar sera væl at fáast við kríatúr, og hevur hann seyð, gæs og dunnur á Ternuryggi.
Jón er giftur við Tóru Poulsen úr Nólsoy og eiga tey fýra børn, Julian 13 ár, Rannvá 10 ár, Elsa 8 ár, og Karl 3 ár.
Føðingardagin heldur Jón í Keypmannahavn saman við konuni.