Jón Jacobsen føroyameistari í TRAP 2020

Í dag hevur kappast verið um føroyameistaraheitið í leirdúgvaskjóting

Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í TRAP leirdúgvuskjóting.

Í finaluni megnaði Jón at skjóta 43 dúgvur, sum vóru 7 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin, sum var Alex Johannesen úr Eysturskot.

Nummar 3 bleiv Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.

Úrslit:

1. Jón Jacobsen

2. Alex Johannesen

3. Finn Ludvig

4. Bárður Poulsen

5. Kári Joensen

6. Esmar Joensen

7. Sigurd Rasmussen

8. Johnhard Klettheyggj

9. Esmar Andreasen

10. Ásbjørn Mathiasson

Komandi vikuskifti 22. august verður FM í SKEET. Byrjað verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin klokkan 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini og finala skotin.

Fyrra dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og seinna dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.