HEIÐURSLØN
Seinnapartin týsdagin varð skipað fyri hátíðarhaldi fyri Jón Hilmari Magnussyni, í sambandi við at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum hevði gjørt av at heiðra hann fyri sína íslendsk-føroysku orðabók. Umframt at fáa heiðurin fylgja eisini 65.000 krónur við hesi sømdargávu.
Fitt av fólki var komið saman í Mentamálaráðnum. Ein strúkikvintett úr Tórshavnar Musikkskúla spældi undan og eftir handanina av heiðursbrævinum.
Í røðu síni segði mentamálaráðharrin m.a.:
- Heimurin gerst minni og minni, og hóast nógvir møguleikar kunnu liggja í tí, so verður trýstið á mál og mentan okkara alsamt størri. Hetta er ein gongd, sum meira enn nakrantíð áður fær okkum at ásanna, at tað ræður um at stimbra samleikan og at verja og menna mál og mentan okkara. Hesin spurningur er meira átrokandi enn nakrantíð áður í søguni hjá báðum frændatjóðum. Øll góð tiltøk, ið bera á tað rætta borðið, sum styrkja og stimbra málini og áhuga almenningsins fyri málunum, eru kærkomin. Orðabók Jón Hilmars er tí komin í tøkum tíma, og fegnast vit øll um hesa mentanarligu stórhending.
Brøðratjóðir eiga at samstarva, og vit samstarva í dag á fleiri økjum, men hetta samstarv kundi verið nógv størri og kundi fevnt um nógv fleiri øki enn í dag. Gongdin seinastu árini hevur tó víst ein vaksandi vilja til samstarv. Politiskt arbeiða vit saman í Útnorðurráðnum, og tann nýggi sáttmálin millum Ísland og Føroyar, Hoyvíkssáttmálin, er enn eitt gott dømi um hetta. Her hava vit fingið ein møguleika fyri øktum vinnuligum og mentanarligum samstarvi, og vóni eg, at hesin sáttmáli fer at bera góðan ávøkst.
Í takkarrøðuni vildi høvundurin vera við, at hann ikki hevði hendan heiðurin uppibornan, men var sera takksamur fyri hesa viðurkenningina.
Eftir handanina var orðið frítt. Tveir, ið tóku orðið vóru Jógvan Gerðalíð, ið skemtiliga greiddi frá ymsum viðurskiftum hann hevði havt við íslendingar, og Jóhan Hendrik Winther Poulsen, sum í Føroyum í dag man vera ímyndin av orðabókaarbeiði. Hann var sjálvur við í byrjanini av arbeiðinum við at gera íslendsk-føroysku orðabókina hjá Jón Hilmari Magnussyni.