Jón heldur fram hjá TB

TB heldur fast um Jón Johannesen sum venjara, og longu nú er greitt, at talan verður um onkra tilgongd

TB-venjarin

Eftir at hann í fjør tók um endan seinastu dystirnar, varð Jón Johannesen undan júst lidna kappingarárinum settur sum venjari hjá besta mansliðnum hjá TB.
Sum kunnugt, so endaði árið ikki við ætlaðu uppflytingini, men hóast hetta, so hava bæði leiðslan og leikararnir í felagnum verið væl nøgdir við venjaran, og nú er so gjørt av, at Jón tekur eitt ár afturat í sessinum.
Umframt at venja besta mansliðið, sum altso spælir í aðru deild, skal Jón eisini taka sær av triðjudeildarliðnum hjá felagnum og av unglingunum, har TB komandi ár fer at hava samstarv við Royn.
Afturat sær hevði Jón í ár Pól F. Joensen, men hesin verður nú skiftur út við eina aðra gamla kempu hjá TB. Tað verður nevnliga Tróndur Nolsøe, sum í ár fer at hjálpa til við venjingunum. Pól F. Joensen heldur tó fram sum venjari hjá piltaliðnum í felagnum.

Predrag til TB
Enn er sjálvandi nakað av tíð, áðrenn venjingarnar til komandi árið av álvara fara ígongd, men longu nú er tó greitt, at TB-liðið verður nakað styrkt.
Predrag Zivkovic, sum í fjør var venjari hjá VB, hevur nevnliga gjørt av at flyta nakað norðureftir, soleiðis at tað verður í TB, at hann fer at slíta gaggurnar komandi árið.
Predrag kom til Føroya í 2000, tá hann var við til vinna FM-gull við VB, og síðani hevur hann verið fastur fúsur á liðnum har. Í VB hevur Predrag fyri tað mesta roynt seg sum verjuleikara, men hann hevur tó eisini spælt í álopinum.