AB hevur á heimasíðuni boðað frá, at teir hava gjørt nýggjan sáttmála við Jón Nielsen.
Sørvingurin er kanska best kendur frá flogbóltinum, har hann er fastur partur av landsliðnum, men eisini í fótbóltinum hevur hann gjørt vart við seg. Bæði sum hart arbeiðandi miðvallari og sum vandamikil áleypari.
Við heimasíðuna hjá AB sigur Jón, at hann hevur trivist væl á Argjum, og at hann tí er fegin um at kunna halda fram í felagnum.









