Jón Danielsen nýggjur stjóri á Skála

34 ára gamli sandingurin, sum hevur starvast í átta ár hjá P/F J&K Petersen, skal taka við eftir Gunnar Mohr, sum eftir at hava verið stjóri á Skipasmiðjuni á Skála í umleið tvey ár, fer aftur til Havnar at arbeiða.

Hálvan marts verður vaktarskifti á Skipasmiðjuni á Skála.

Gunnar Mohr, sum hevur verið stjóri síðani eigararnir av Tórshavnar Skipasmiðju keyptu avsagda kappingarneytan á Skála, fer úr starvinum og í hansara stað kemur 34 ára gamli sandoyingurin, Jón Danielsen.

Jón Danielsen er útbúgvin bygningsverkfrøðingur. Hann læs verkfrøði í Keypmannahavn, har hann var liðugur í 1991.

Heimkomin fór hann í starv hjá P/F J&K Petersen og har hevur hann starvast síðan.

Poul Mohr, nevndarformaður á Skipasmiðjuni sigur, at teir hava fingið fatur á einum góðum manni.

? Hann er verkfrøðingur og hevur tikist nógv við arbeiðsleiðslu og tað er góður eginleiki hjá komandi stjóranum á Skála.

Hóast Poul Mohr er eitt sindur sparin við upplýsingum um hvat Gunnar Mohr nú skal takast við, so er tað nógv sum bendir á, at hann skal aftur til Havnar at starvast á Skipasmiðjuni.

Um hann skal taka við sum stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, vil Poul ikki út við.

? Eg havi verið stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju í 20 ár nú. Líka síðan pápi mín doyði, so tað er kanska upp á tíðina.

? Men enn havi eg onga uppsøgn fingið, leggur hann skemtandi afturat.

Og tað verður nokk ilt at fáa eyga á hvør skal siga hann úr starvi, tí hann er bæði nevndarformaður og stjóri í partafelagnum, sum eigur Tórshavnar Skipasmiðju.


Spennandi uppgáva

Jón Danielsen sigur sjálvur, at hann er sera spentur upp á at fara undir nýggju uppgávuna.

? Eg havi havt átta góð og spennandi ár hjá J&K Petersen, men nú vildi eg sleppa at royna nakað nýtt, og tí segði eg meg úr starvinum. Eg hevði ymisk tilboð um størv, men tá hetta kom tók eg av. Eg haldi, at hetta er ein sera spennandi uppgáva, sigur Jón Danielsen.

At uppgávan inni á Skála er øðrvísi enn arbeiðið var hjá J&K Petersen, er Jón væl greiður yvir.

? Men eg haldi, at tað er ein sera positivur andi á arbeiðsplássinum og hann er grundleggjandi fyri einum góðum úrslitið, sigur hann.

Sum sagt hevur Jón, meðan hann hevur starvast hjá J&K Petersen tikist nógv við arbeiðsleiðslu.

Umframt tað hevur hann eisini verið uttanlands og arbeitt fyri felagið. Eitt nú var hann í Íslandi í tvey ár, og leiddi arbeiði við havnagerðini í Vestmannaoyggjunum, Sandgerði og í Grindavík.

Arbeiðini, sum J&K Petersen gjørdi í Íslandi vóru gjørd av Íslendska dótturfelagnum hjá felagnum og stjórin har æt ? Jón Danielsen.

So heilt uttan stjóraroyndir er ungi sandoyingurin ikki.