Jón Brian til arbeiðis í Miðlahúsinum

Miðlahúsið hev­ur styrkt red­ak­ti­on­ellu leiðsluna við nýggj­um tíð­ind­a­leið­ara, sum heldur, at Miðla­húsið er eitt nat­úr­ligt savn­ing­ar­stað fyri kjaki um sam­fel­ags­við­ur­skifti

Áki Bertholdsen

Mánadagin byrjaði nýggj­ur tíð­ind­a­leið­ari í Miðl­a­hús­i­num. Tað er ein av kendu jour­n­al­ist­u­num í Før­­oy­um,­ sum nú skal leiða tíð­ind­a­red­ak­ti­ón­ina í Miðlahúsinum.
35 ára gamli Jón Bri­an Hvidtfeldt hev­ur áður starvast í Miðl­a­hús­i­num, hann hevur ver­ið tíð­inda­leið­ari í Kringvarpinum, og seina­stu árini hevur hann starv­ast sum journalistur í Kring­varp­­inum.
Nú hevur Jón Brian á­tik­ið sær uppgávuna sum tíð­ind­a­leið­ari í Miðlahúsinum. Hann skal saman við á­byrgd­ar­blað­stjór­a­num, Eiriki Lindenskov, hava dag­ligu leiðsluna av tíð­ind­a­redaktiónini á Sosi­al­i­num, Portalinum og Rás2. Eyð­un Klakstein verður fram­hald­andi redaktørur fyri Vik­u­skifti í Sosialinum og send­ingar á Rás2.
– Eg meti starvið at vera eina sera spennandi av­bjóð­ing. Í Vágsbotni, mitt í bý­num, hava vit eitt livandi miðl­a­hús við blaði, portali og út­varpi. Húsið er eftir mín­um tykki eitt natúrligt savn­ing­arstað fyri kjaki um okk­ara samfelagsviðurskifti, sig­ur Jón Brian Hvidtfeldt.

Brúka styrkirnar
Miðlahúsið varðar av fleiri miðl­um. Sosialurin er prent­aða tíð­ind­a­blaðið, Rás2 er út­varps­støð­in, og Portal.fo, sum Miðla­húsið ger tíðindi til, er lands­ins fremsta tíðindasíða á net­­inum.
– Miðlahúsið hevur síðstu árini framt nógvar spar­ing­ar, ra­t­i­on­al­i­ser­ing­ar og til­­lag­ing­ar. Nú ætla vit at hvessa pro­­f­ilin aftur. Vit skulu duga bet­­ur til at brúka nat­úr­ligu styrk­ina hjá hvørj­um miðli sær. Her hugsi eg um skjót­leik­an á portal.fo, sum at kalla all­ir før­oyi­ng­ar lesa hvønn dag. Vit skulu dyrka natúr­liga live-elementið hjá eini útvarpsstøð sum Rás2, umframt møguleikan at pe­r­spek­ti­vera tilfarið og fara eitt sind­ur djúpri í Sosialinum, sig­ur Jón Brian Hvidtfeldt.
– Samstundis er av­bjóð­ing­in, at lesarin og lurtarin ikki hev­ur kensluna av at fáa tað sama frá øllum miðlum. Tað krev­ur yvirblikk og stýring. Sam­an­umtikið er málið, at Miðl­a­húsið skal hava ein greið­ari, journalistiskan pro­f­il. Miðlahúsið og okkara miðl­ar skulu í uppaftur størri mun enn í dag vera staðið, har fólk fáa síni tíðindi, sigur hann.

Í fremstu røð
Eirikur Lindenskov, á­byrgd­ar­blað­stjóri í Miðlahúsinum, fegn­ast um, at tað hev­ur lukk­ast at styrkja red­ak­t­i­on­ell­u leiðsluna í húsinum.
– Vit ynskja framhaldandi at verða í fremstu røð í før­oyska miðlaheiminum. Vit hava sterkar og góðar miðlar, og vit skulu gerast enn betri at brúka styrkirnar hjá teim­um ymsu miðlunum og lata teir ymsu miðlarnar styrkja hvønn annan, sigur Eirikur Lind­en­skov.
Eitt av nýggju átøkunum hjá Mið­l­a­hús­i­num er, at dags­ins út­gáva av Sosi­al­i­num er tann fyrsta av mik­u­dags­bløð­unum, sum frameftir verða bor­in í hvørt hús í land­i­num.
aki@sosialurin.fo