Kringvarpi Føroya: Í morgun tók Jón Brian Hvidtfeldt, sum varð koyrdur frá sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, avgerðina um at kæra Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra til stýrið fyri Kringvarpið.
Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Kringvarpinum og at ásetingarnar í kringvarpslógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.
Kæran sigur, at Annika Mittun Jacobsen ikki fylgdi røttu mannagongdini í uppsagnarmálinum.
- Í samráð við mínar ráðgevar havi eg í dag gjørt av at kæra formellu mannagongdirnar í samband við uppsagnarmálið, ið eftir okkara tykki eru greitt brot á galdandi sáttmála, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
Eingin ávaring
Hann er settur eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum og vísir til grein seks í protokollatinum viðvíkjandi uppsøgn:
Um so er, at starvsfólk eftir leiðslunnar meting ikki røkir tænastuskyldur sínar, eigur starvsfólkið í fyrstu syftu at fáa eina munnliga ávaring. Tá ið ávaring verður kunngjørd, skal álitisfólkið á staðnum vera hjástatt.
Eftir hesa munnligu ávaring hevur viðkomandi rætt til at fáa at vita orsøkina til ávaringina og fær frá tí tíðarskeiði eina freist, áðrenn ein skrivlig ávaring kann verða givin viðkomandi og send felagnum við nágreiniligari grundgeving.
Tá ið uppsøgn verður givin skal hon sendast viðkomandi skrivliga.
Reglan í hesum protokollati er ikki galdandi, um starvsfólk hevur framt grovt misbrot í tænastuni.
Áðrenn uppsøgn uttan umsókn verður givin, skal stovnurin senda felagnum fráboðan.
Jón Brian Hvidtfeldt fekk ongantíð hvørki munnliga ella skrivliga ávaring, áðrenn hann fekk ætlanarskriv um uppsøgn. Jón Brian Hvidtfeldt hevur eisini biðið stjóran um fleiri skjøl í málinum, tí hann heldur at verandi tilfar í málinum er selektivt, subjektivt og langt frá fullfíggjandi. Somuleiðis biður hann um longda hoyringsfreist, ið annars gongur út mánadagin.
Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, hevur onga viðmerking.