Jón Brian heiðraður í Vági

Kirsten Strøm Bech handaði Jón Brian Hvidtfeldt eitt blómutyssi sum tøkk fyri framúr góða dekningin, sum hann og Rás2 hava givið Pál Joensen Sum kunnugt var Rás2 ? og harvið Sosialurin og Portalurin ? einasti fjølmiðil, sum var til staðar í Beograd, nú EM fyri juniorar var hildið har.

Allar finalurnar, har Pál Joensen luttók, vórðu varpaðar beinleiðis á Rás2, og Jón Brian hevur fingið manga tøkkina fyri góða frásøgn.

Ongastaðni er tað farið óansað aftur við borðinum, at Rás2 hevur gjørt so nógv burtur úr, allarminst her í Suðuroy. Rás2 varð nevnt í allarflestu røðunum, sum vórðu hildnar fyri Pál og Jón, og borgarstjórin í Vági, Kirsten Strøm Bech, fór so langt sum at rópa Jón Brian Hvidtfeldt upp á pallin, har hon handaði honum eitt blómutyssi sum tøkk fyri, at hann gjørdi tað møguligt hjá ikki bert vágbingum, men øllum Føroyum at fylgja við kappingunum niðri í Beograd í Serbia.

Og tað var ikki bert borgarstjórin, sum helt nógv av avrikunum hjá Jón Brian Hvidtfeldt. Høllin mest sum kókaði í klappsalvum, og rómurin mundi ongan enda tikið, tá Kirsten Strøm Bech bað Jón Brian koma fram at taka móti blómutyssinum.