Jón Brian Hvidtfeldt kom frá útvarpinum til Rás2, tá Miðlahúsið yvirtók rásina.
Jón Brian er viðurkendur sum sera dugnaligur journalistur og hevur verið valdur til Ársins journalist.
Jón Brian Hvidtfeldt er ein av seks nýggjum deildarleiðarum, sum settir eru í Kringvarpinum í sambandi við bygnaðarbroytingar, sum fara fram í almenna Kringvarpinum.
Jón Brian Hvidtfeldt er 31 ára gamal og útbúgvin journalistur.
Barbara Samuelsen er sett í starv sum leiðari á dokumentardeildini. Barbara hevur seinastu tíðina starvast sum blaðstjóri á Kvinnu.
Herluf Sørensen, sum er gamal í garði í Kringvarpinum, er settur sum leiðari á programdeildini.
Og eisini eitt annað vælkent kringvarpsnavn, Hans Andor Johannesen, er settur sum leiðari. Hann skal leiða tekniska partin hjá Kringvarpinum.
Allan Dalsgarð, sum í løtuni starvast hjá Sendistovuni, verður leiðari fyri miðladeildini. Og endaliga verður Sanna Hansen leiðari fyri starvsfólka- og umsitingardeildina. Hon hevur starvast í Eik Banka undan hesum.
Nýggi bygnaðurin í Kringvarpinum ber við sær, at tey seks verða leiðarar fyri bæði út- og sjónvarpið hjá Kringvarpinum.