Jón Bogi Guttesen er settur sum havnarmeistari við Tvøroyrar Havn. Hann er 35 ára gamal. Jón Bogi tók við starvinum hin 1. mai eftir Hjalgrím Vestergaard.
Nýggi havnarmeistarin er útbúgvin skipsførari og hevur siglt úti við Mærsk, umframt at hann hevur undirvíst á Sjónámi í Klaksvík og á Martec í Frederikshavn.
Hann og familjan eru flutt aftur til Tvøroyrar og hava keypt hús í Húsgarði í Trongisvági.









