Jú í morgin ber eisini til at keypa bilar í Føroyum

Akstovan sleppur ikki at niðurleggja alt virksemið soleiðis, at tað ikki ber til at skráseta nýggjar bilar í Føroyum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sum varðar av Aktstovuni.

Tað var fríggjadagin, at Jákup á Borg, stjóri í bilasøluni Bilrøkt, gav ilt av sær her á in.fo, tí at Akstovan hevði boðað frá, at hon stongdi soleiðis, at tað ikki ber til at skráseta nýggjar bilar í Føroyum, nú corona-smittan herjar.

Tað var eftir áheitan frá løgmanni, at Akstovan stongdi og sendi øll fólkini til hús at arbeiða.

Men sambært løgmanni, so er tað misskilt.

– Boðini vóru, at har tað ber til, so skulu fólk í mest møguliga mín fara heim at arbeiða. Tað merkir ikki, at til dømis Akstovan skal niðurleggja alt virksemið soleiðis, at tað ikki ber til at skráseta nýggjar bilar, sigur løgmaður.

Og sambært Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, sum varðar av Akstovuni, so kemur tað ikki upp á tal, at Akstovan niðurleggur virksemið so mikið, at tað frá í morgin at rokna ikki ber til at skrá seta nýggjar bilar.

– Nei, soleiðis verður tað ikki. Í morgin ber til at skráseta nýggjar bilar, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Og tá vit greiða honum frá, at Akstovan hevur boðað frá, at stovnurin steingir í morgin, og at tað tá ikki ber til at skráseta nýggjar bilar, so avvísir landsstýrismaðurin hetta.

– Hevur landsstýrisaðurin so givið stovninum tænastunboð um at avgreiða skrásetingarnar av nýggjum bilum?

– Nei, tað havi eg ikki. Og tað verður helst ikki neyðugt, sigur landsstýrisaðurin.

Men hann staðfestir, at í morgin ber til at skráseta nýggjar bilar á Akstovuni.