Poppdiva?in Jennifer Lopez, sum í februar átti tvíburðarnar Max og Emme, vildi tryggja sær, at maður hennara Marc Anthony ikki var ótrúgvur ímóti henni. Av hesi orsøk setti hon assistent sín at spionera hann.
Tað tykist tó eisini sum, at Marc Anthony sjálvur eisini kontrollerar lívsførsluna hjá Lopez.
- Hann er sera kontrollerandi. Niðurdeilarnir eru ikki so stuttir longur og man sær ikki kendu reyvina hjá Jennifer so ofta longur, sigur ein kelda frá.
Eitt umboð fyri parið sigur tó um hetta, at parið hevur tað gott saman ? hóast Marc Anthony fleiri ferðir er sæddur saman við øðrum kvinnum í New York og Las Vegas.










