Tiltakið byrjar kl. 21 í kvøld Aftur í ár skipar Keldan fyri einum stórum tónleikatiltaki á Tollaksmessudegi Í ár koma Ecclesia úr Klaksvík, sangkreftir og tónleikarar frá Frelsunarherinum, Zamar og onnur úr Kelduni at luttaka við sangi og tónleiki. Góður felagssangur verður eisini í skránni, har fólk saman kunnu syngja góðar jólasálmar.
Tá tiltakið er liðugt verður ein góður drekkamuður í kantinuni.
Tiltakið byrjar kl. 21 og er ókeypis, men møguleiki verður hjá fólki at lata eina gávu, ið verður latin til trúboðaravirksemið hjá Kelduni og nýggja herberginum hjá Frelsunarherinum.