Jólini hava stóran savnandi týdning

- Sorgarleikir lærdu meg, at lívið bara kann livast í dag og frameftir, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.

- Jólini hava stóran savnandi týdning í okkara familju. Vit eru øll rættiliga virkin gerandis og í frítíðini, har fótbóltur og seyðahald vanliga fylla nógv, standa jólini sum stóra frí-og hugnaløtan á árinum. Bæði við familju og vinum.

 

Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.  Hann vísir á, at um jólini er eisini rúm fyri at hugsavna seg um friðin og jólaboðskapin. Av tí sama eru jólini fyrst og fremst góð samvera, og gávurnar koma í aðru røð.

 

Men, keypir løgtingsformaðurin jólagávur?

 

- Sjálvur keypi eg eftirhondini fáar jólagávur. Frúan og døturnar eru stinnari í handilslívinum enn eg.

 

Hvar verður tú um jólini, og hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?

 

- Jólaaftan halda vit í ár saman við systrunum og børnum teirra í barnaheiminum á Reynatúgvu. Tað merkir eisini, at vit jóladag hugna okkum saman við vermóður og restini av verfamiljuni.

 

Páll á Reynatúgvu sigur, at í kvøld hava tey etið ræst kjøt, sum er ein av hansara yndisrættum, og vanliga er gás ella dunna á borðinum jóladag.

 

Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?

 

- Størsta politiska hendingin var uttan iva at skjóta fyrsta skotið fyri Sandoyartunlinum og harvið byrja arbeiði upp á lívsæðrina hjá Sandoynni, Skúvoynni og Suðuroynni. Annars eri eg glaður og eyðmjúkur um dagliga at tæna føroya fólki sum løgtingsformaður.

 

Páll á Reynatúgvu sigur, at privat er størsta hendingin, at familjan eigur enn ein dag saman og hevur tað væl. Stórur dentur verður lagdur á uppalingina av børnunum og at brúka nógva tíð saman við teimum.

 

Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018?

 

- Tað er altíð okkurt, sum er minni gott, men eg brúki ikki orkuna upp á tað, sum farið er. Misti pápa og beiggja á blaðungum árum, og ikki minst teir sorgarleikirnir hava lært meg, at lívið bara kann livast í dag og frameftir. Og tað er ríkiligt av góðum at gleðast um og ríkiligt av ætlanum at fremja.

 

Páll á Reynatúgvu heldur, at størsta uppgávan hvønn dag er at vera ein góður maður og pápi og ein hollur vinur.

 

Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019?

 

- Vónandi klári eg at røkka 11 árinum uttan at hava mist ein einasta tingfund. Og so ger tað ikki støðuna verri, um Liverpool gerast enskir meistarar í 2019, sigur løgtingsformaðurin.