Jólini eru fyrst og fremst hugni

- Eg havi gjørt jólapynt saman við ommubørnunum, sigur Lív Dam.

 

Lív Dam hevur hildið jól hjá sonnum og familju hansara í Havn. Tey vóru átta fólk tilsamans við dóttir og ommusoni, sum búgva í Danmark. 

- Jólaaftan fingu vit dunnu, epli og reyðkál, og aftan á fingu vit rísingreyt. 

Lív Dam sigur, at hon keypti allar jólagávurnar í góðari tíð.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini eru fyrst og fremst hugni. Havi gjørt jólapynt saman við ommubørnunum, og jólakonsertir hava eisini verið á skrá, sigur Lív Dam, sum ynskir øllum eini gleðilig jól.