Eingi jól uttan vælumtóktu sangløtuna í Kelduni tollaksmessukvøld og í ár er einki undantak.
Tað siga tey í Kelduni í Skálafirði, tí í morgin klokkan 21.00 bjóða tey fólki at sita fjálgt og væl í Kelduni.
Jólainnkeypið er av, og tíð er til at slappa av eina løtu, áðrenn jólaaftan byrjar, og hvat kann vera betri enn at njóta løtuna við góðum vøkrum jólasálmum og sangum, spyrja tey.
Umframt nógvan felagssang fara vit at hoyra vælumtóktu countrysangkvinnuna Kristinu Bærentsen, øll sum kenna Kristinu vita, at hon kann bergtaka áhoyraran við síni fantastisku rødd, eingin ivi um at hon rakar beint í hjørtuni og sjálvandi verður Keldukórið og tónleikarar við til at seta dám á kvøldið, siga tey.
Aftan á sangløtuna fara tey út í matstovuna, og har fáa tey sjálvandi okkurt gott og søtt.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum í Kelduni tollaksmessukvøld 23 desember klokkan 21. Øll eru vælkomin, og tað er ókeypis atgongd, men vit fara, sum undanfarin ár, at loyva okkum at hava eina innsavnan til frama fyri missión, siga tey úr Kelduni.









