Jólini byrjað á Verkstaðnum á Brekku

Árliga jólasølan hjá Verkstaðnum á Brekku byrjar leygarmorgunin klokkan tíggju. Tá Sosialurin vitjaði tey, vóru tey í ferð við at leggja seinastu hondina á teir ymsu lutirnar, sum tey hava gjørt síðani summarfrítíðina

Klaksvík:
Huglagið inni á Verkstaðnum ber brá av, at jólini eru í nánd. Hóast tað er meira enn ein mánaður eftir til jólaaftan, so hava tey pyntað eitt sindur. Uppi á loftinum inni í vevstovuni hava tey ruddað alt og eru so smátt byrjað at stilla upp til søluna.
Starvsfólkini stilla ymsar lutir upp. Millum annað hanga tveir avbera fittir jólakalendarar á vegginum og á einum borði standa nógvar smáar nissur. Onkrar nissur sita á einum træstubba og summar á reiggjum. Eisini eru fleiri trøllagreinar, sum eru pyntaðar við ymiskum kúlum og hjørtum og mangt, mangt annað.
Men tað er ikki bert jólaprýði, sum tey hava gjørt. Har eru eisini ymsir gávulutir, sum kundu verið eitt gott jólagávuhugskot.
Og ikki kann sigast annað enn, at tey hava fingið væl burturúr. Lutirnir eru hvør vakrari enn annar, og tað sást, at her liggur nógv arbeiðið aftanfyri. Tað er ikki ein fingur at seta á nakrastaðni, og tað er sanniliga onki at siga til, at jólasølan fær góða undirtøku, tí her fært tú hondgjørdar lutir, sum tað er avmarkað nøgd til av. Og tað ger bara alt meira serstakt.
Eitt av starvsfólkunum greiðir frá, at undirtøkan hevur altíð verið góð, og hóast tað ikki ber til at siga frammanundan, um hon verður tað aftur í ár, so kann tað væntast.
Vanliga selja tey bert einaferð um árið til jóla, men í ár høvdu tey eisini eina summarsølu, sum eydnaðist sera væl.
- Vit hava ongantíð selt so nógv uttanfyri jólasøluna fyrr sum í ár, so vit lata væl at, sigur Ragna eitt av starvsfólkunum á Verkstaðnum.
Tað starvast fimm fólk á Verkstaðnum á Brekku, og umleið 20 brúkarar koma til arbeiðis har hvønn dag, tó ikki øll fulla tíð.