Hóast ódnin hevur darvað Tórshavnar kommunu í at pynta býin, so byrja jólini í miðbýnum sum ætlað í dag. Klokkan 15:30 verður jólatræið á Vaglinum tendrað, og har fer Havnar Hornorkestur at spæla jólaløg, meðan Heðin Mortensen, borgarstjóri og Bergur Debes Joensen, prestur, fara at halda røður.
Sum vanligt er kemur jólamaðurin dalandi úr luftini og tendrar jólatræið. Framsýning í smáttunum verður í Tinghúsgarðinum, Rútmiska Kórið í Hoydølum syngur klokkan 13.30, og eftir at jólatræið er tendrað fer gentukórið, Kassia, at syngja. Jólamarknaður verður í gongugøtuni, har til ber at keypa prýðislutir, jólabakstur og mangt annað.
Í dag letur eisini Bringsnagøta, gamla høvuðsgøtan í Havn, upp, sum ein siðsøgulig jólauppliving. Gøtan fer at føra tey vitjandi aftur í eina farna øld við blómandi handilslívi, mentanartiltøkum og upplivilsum bæði fyri børn og vaksin.
Her ber til at vitja fyrstu føroysku Brúksuna, gamla handilin hjá Katrinu Christiansen, fáa hjálp til jólastásið í Seymistovuni, hoyra besta av føroyskum tónleiki í Pæsastovu og njóta nýbrent kaffi afturvið, meðan børnini klippa jólastás í gamla geglinum í Arnes Minde. Og at enda ber til at njóta jólakvirruna í Havnar Kirkju.