Jólhugni heima á Garði í Hoyvík

   

Ein afturvendandi hending upp undir jól er jólatiltakið í útisavninum í Hoyvík, sum Føroya Fornminnissavn hevur skipað fyri tey seinastu árini. Í ár verður tað gjørt í samstarvi við felagið Sisam og onnur.
Tveir dagar eru settir av til tiltakið:
Leygardagin 13. desember frá kl 11 til 18 og sunnudagin 14. desember frá kl 13 til 18.
Hini árini hevur veðrið verið gott og hugnaligt hevur verið at vitja útisavnið.
Torvroykur hongur um flagtekjur og tún, har foreldur saman við børnum ganga og práta. Tað rýkur av nýbakaðum drýli og kardamommum í roykstovuni í Hoyvíksgarði. Og av granni har Kiwanis selir jólatrø. Í turkihúsinum fæst ein kaffimunnur og okkurt søtt afturvið. Har verða eisini heimavirkaðir lutir seldir. Í smiðjuni smíðar smiðurin okkurt smátt til jóla.
Gamli Hoyvíksgarður verður jólaskrýddur, og millum úthúsini hanga ljós og lýsa upp í vetrarmyrkrinum.
Teymaríðing við føroyskum rossum verður báðar dagarnar, so at børnini kunnu sleppa ein túr á rossabaki. Hetta kostar eyka.
Skipað verður fyri smáum »granskingarferðum« í útisavninum, har børn, smá og stór, kunna loysa onkrar uppgávur.
Atgongugjald er sett til 20 kr fyri vaksin, men tað er ókeypis fyri børn. Yvirskotið fer til at stuðla føroyskum rossum.
Hetta skal verða eitt høvi hjá fólki at smoyggja sær burtur úr jólastressinum og finna eina hugnalig og friðarliga løtu í náttúruvakra umhvørvinum hjá Fornminnissavninum niðri í Hoyvíkini.