Jólayrking

eftir Marius Johannesen, skrivað fyrst í 80'unum

Á mín lítla fitta hond,
góða hond hjá abba,
mjá og mjúk sum liljuvond,
sum ullin dúnfínt nappað.

Kom, lat okkum hond í hond
glað um træið vappa,
legg tú tína lítlu hond
í hørðu hond hjá abba.

Træið grønt og vakurt er,
ljós á greinum skína.
Gev mær tína fittu hond,
og tú skalt fáa mína.

So um træið dansa vit
og syngja glað av hjarta.
Uppi í sjálvum toppinum
skínur stjørnan bjarta.