Jólaveitsla í Aqualandi

Limirnir í Aqua fóru í jólamóta, tá teir tóku upp sjónbandalag í Tivoli. Aqua var herfyri í Tivoli fyri at taka upp nýtt sjónbandalag, og alt var gjørt klárt, so nýggi jólaslagarin hjá bólkinum kom í røttu rammurnar.

Søgan verður, sum so ofta hjá Aqua, søgd við einum skeivum smíli. Tað snýr seg m.a. um, at gamli jólamaðurin, Rene Dif, er nakað góður við fløskuna, men tað gongur jú ikki, so hini í bólkinum verða send til Nórðpólin at fáa skil á.

Lagið verður at hoyra 1. Desember.