Í dag klokkan 16 verða jólatræið og jólabygdin tendrað á Ljósafløtti á Sandi, og í hesum sambandi fer sóknarpresturin, Havstein Klein, at siga nøkur orð. Ungdómskór og børn úr barnagarðinum fara at syngja jólasangir.
Tá självt haldið á Ljósafløtti er liðugt, verður bjóðað til kaffi, kaka, bollar og annað í ovaru hæddini á bókasavninum, har øll eru vælkomin.
Í samband við tiltakið á Sandi seinnapartin í dag, fer Lions Club Tindur at selja kalendarar og jóladekoratiónir, og her fer peningurin til vælgerandi endamál.
Aftur í ár koma jólamenn til Sands í jólaskipi, soleiðis sum viðhefta mynd vísir, men hetta tiltak verður seinni í desember, tá vit eru nærri jólunum.