Tað verður borgarstjórin Leivur Hansen, sum fær æruna at tendrað træið - og øll hini ljósini í miðbýnum. Óváttað tíðindi vilja vera við, at vit kunnu vænta okkurt serligt »yvirralskilsi« viðvíkjandi tendringini, men um so verður, gongur sjón fyri søgn í morgin.
Umframt at tendra træið fer Leivur Hansen eisini at siga nøkur orð.
Á Argjum verður træið tendrað sunnudagin, og tann heiðurin fær varamaður Leivs, Jan Christiansen, varaborgarstjóri. Hetta verður klokkan 16, og á Argjum fer GHM at spæla og umframt Jan Christiansen, fer argjamaðurin Bergur Debes Joensen, prestur at tala.
Jólatrøini á Hvítanesi, í Kaldbak og Norðadali verða tendrað næsta vikuskifti.