Siðvenja hevur verið, at leygardagin fyri 1. sunnudag í advent verður jólatræið á Vaglinum tendrað, og soleiðis verður eisini í ár.
Seinastu dagarnar hevur arbeiðsfólkið í kommununi pyntað um vakra miðbýin, har m.a. ljósperur, grannbendlar og jólastjørnur hanga í trøum og tvørtur um gøturnar. Eftir er so at tendra størsta jólatræið í landinum, tað á Tinghúsvøllinum, og tað verður gjørt leygardagin 2. desember kl. 15.30.
Men tað er ikki sum at siga tað at tendra eitt so høgt og stórt træ. Tí hevur høvuðsjólamaðurin heitt á aðrar jólamenn og vættrar í Suðurstreymoy at vera sær til hjálpar. Stigabilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, ið hevur ein 30 metrar langan stiga, og gamli brandbilurin frá 1937, eru eisini boðsendir at verða á Vaglinum, tá ið jólatræið verður tendrað.
Fyri at koma í rættan jólahýr fer Havnar Hornorkestur at spæla nøkur jólaløg.
Umframt jólamenn, vættrar og jólatónleik fara Heri Joensen, prestur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bera fram hvør sína jólaheilsan.
Kl. 16 ella eftir, at jólatræið er tendrað, fer barnakórið Dropar í Tórshavnar Musikkskúla at syngja jólasangir á trappuni í Ebenezer.
Býráðspolitikarar, prestar, tónleikarar og onnur hava ein strævnan sunnudag fyri framman, tí um vikuskiftið verða eisini onnur jólatrø í kommununi tendrað. Sagt verður, at kanska verður onkur jólamaður at síggja. Byrjað verður í Kaldbak kl. 15.30 og enda verður í Norðradali kl. 18.30.
--
Skráin sunnudagin 3. desember sær annars soleiðis út:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kaldbak
Kl. 15.30 verða Jógvan Arge, Magnus Jørgensen og G.H.M. í Kaldbak, tá ið jólatræið har verður tendrað.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvítanes
Kl. 16 verður jólatræið á Hvítanesi tendrað. Á Hvítanesi verða Jan Christiansen, Heri Joensen og Havnar Hornorkestur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hoyvík
Kl. 17 fara Leivur Hansen og Magnus Jørgensen at tendra jólatræið í Hoyvík. Hoyvíkingar eru ógvuliga sangglaðir, og hava tí heitt á barnakórið í skúlanum at syngja nakrar jólasangir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Argir
Samstundis sum jólatræið í Hoyvík verður tendrað, verður jólatræið á Argjum, sum stendur vestan fyri gomlu alistøðina hjá Føroya Sílaveiðufelag við Sandá tendrað. Kl. 17 fara Annika Olsen og Sverri Steinholm at siga nøkur orð. Argjafólk ynskja at hoyra nøkur jólaløg, og hesum tekur G.H.M. sær av.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Velbastaður og Norðradalur
Á Velbastað verður jólatræið tendrað kl. 18. Annfinn Brekkstein og Andrass Arge fara at røða. Har verður eisini tónleikur, ið Havnar Hornorkestur fer at spæla, og ein hálvan tíma seinni, kl. 18.30 verður seinasta jólatræið tendrað. Tað er træið í Norðradali. Har fer Jan Christiansen at umboða býráðið. Í Norðradali verða eisini Sverri Steinholm og G.H.M.
Í Syðradali, í Kollafirði, í Nólsoy og í Hesti verða jólatrøini tendrað í næstu viku. Um hesi tiltøkini hoyra vit um seinni.
--
Myndatekstur: Høvuðsjólamaðurin hevur heitt á aðrar jólamenn og vættrar at hjálpa sær og Stigabilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, ið hevur ein 30 metrar langan stiga, og gamli brandbilurin frá 1937, eru eisini boðsendir at verða á Vaglinum, tá ið jólatræið verður tendrað.