Jólatræið á Vaglinum koppað

Heldur ikki Havnin er sloppin undan stormskaða í morgum og fyri løtu síðani koppaði Jólatræið á Vaglinum Tað er av allarringasta veðri í morgun og nógvir skaðar eru hendir kring landið.

Heldur ikki Havnin er sloppin snikkaleys.

Fyri løtu síðani koppaði jólatræið á Vaglinum. Fólk frá sløkkiliðnum vóru akkurát á veg oman á Vaglið at kanna træið og at tryggja tað, men í tí teir komu oman til træið brotnaði tað av um rótina og koppaði.

So var í fyrstu atløgu onki at gera uttan at tryggja tað.

Men hetta er bara ein skaði av mongum í Suðurstreymoy í morgun.

- Tað eru nógvir skaðar og telefonin ringir allatíðina, men tíbetur ikki talan um nakað álvarsligt, verður sagt av Brandstøðini.

Ein tekja er rivin í Kirkjubø og á Skúlanum á Velbastað, men har er støðan bjargað.

Á Tórsbreyt eru stativ til kúlukast og annað, farin og har er nógv fólk í sving nú um miðdagsleitið.

Í Gundadali feyk okkurt í ein rút, so hann brotnaði og tað førdi til at fleiri aðrir rútar eisini brotnaðu og í eldasambýlinum í Kollafirði vóru tvey vindeygu í vanda fyri at verða sogin út.

Allastaðni er fólk og hjálpir til, verður sagt av Brandstøðini í Havn