Jólatræið á nýggjum stað

Fríggjakvøldið varð jólatræið í Klaksvík á fyrsta sinni tendrað niðanfyri Gamla Kirkjugarð.

Við Gamla Kirkjugarð er nú eitt rættiliga snøgt og rúmligt flísalagt øki gjørt við vøkrum blómukassum runt um. Hópin av folki var samankomið hesa løtuna, jólatræið varð tendrað, har Ungdómshornorkestrið spældi jólaløg og Gunvá við Keldu, formaður í Mentanarnevndini, helt røðu. Aftaná bjóðaðu jólamenninir karamellur, og borð var dekkað við kaffi og køkum.
Ein sera hugnalig løta við dýrdarveðri og hópin av fólki í røttum jólahýri. Fólk vóru øll samd
um, at nýggja staðið tekur seg væl út og er sera hóskandi, tí træið nú sæst nógv betur frá
Biskopstøðgøtu, Gerðagøtu og Klaksvíksvegi, og kemur tað sostatt nógv betri til sín rætt.
Nú er bert at skunda sær at fáa alt økið liðugt rundan um Gamla Kirkjugarð, so hetta staðið í Klaksvík kann vera byrjanin til ein rættiliga miðbý.