Klaksvík:
Heilt nógv fólk høvdu leitað sær oman í Vágstún, tá jólatræið skuldi tendrast. Klaksvíkar Hornorkestur setti sum vanligt ein hugnaligan dám á við teirra vøkru jólaløgum. Síðani helt Jórun Høgnesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs eina stutta røðu.
Tá hon var liðug kom røringur í børnini, tí tá sást jólamaðurin koma gangandi oman gjøgnum Kirkjubrekkuna. Nøkur runnu ímóti honum, meðan onnur vóru meira afturhaldandi og vórðu standandi hjá foreldrum sínum.
Jólamaðurin fór upp í bilin, sum virkaði sum pallur. Hann tosaði við børnini eina løtu, og so las hann eina fitta jólasøgu, áðrenn hann tendraði jólatræið.
? Nú havi eg gloymt, hvat tað var, eg skuldi gera her, segði jólamaðurin, tá hann var liðugur at lesa søgu. Men børnini vóru sjálvandi hjálpsom og mintu hann á jólatræið.
Og síðani tendraði hann tað, og børnini fingu so góðgæti, og so var tíð at fara hvør til sítt.
Handlarnir í býnum høvdu opið til klokkan 23 hetta kvøldið, so óivað mundi onkur leita sær út í býin at keypa jólagávur. Og onnur løgdu sær leiðina út í Leikalund, har annar av rithøvundunum til Føroya mest umtalaðu bók nú um dagarnar, Skjót journalistin, signeraði bókina.