Jólatræið er tendrað

Ljósið kom av himni. Men ikki tað ljós vit vanliga hugsa um í jólatíðini. Í dag var tað jólamaðurin, sum kom lorandi niður úr eini lyft og tendraði jólatræið á Vaglinum í Havn Veðrið var av tí allarbesta við eitt sindur av følvi og umleið null hitastigum.

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og dómpróstur Bjarni Bæk, hildu røðu og ynsktu jólatíðini vælkomnari.

Nógv fólk vóru komin oman í Miðbýin at síggja jólatræið verða tendrað.Í ár hevur jólatræið 100 perur, fyri, at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Tórshavnar kommunu.