Jólatekningar hjá børnum í SMS

Børn um alt landið hava verið við í kappingini at tekna jólaposan hjá SMS ? og hesa vikuna verða tekningarnar sýndar fram á torginum í SMS.

Fram tilleygardagin klokkan 16 ber til at síggja tekningarnar á Torginum í SMS. Tá verður eisini kunngjørt, hvør hevur vunnið kappingina um tekningina, sum prýðir 150.000 jólaposar hjá SMS. Vinnarin verður kosin millum tey umleið 1.000 børnini, sum hava verið við í kappingini í ár.

- Hetta við at bjóða út kapping um at tekna jólaposan hjá SMS er gamalt. Hugskotið spratt einaferð heilt afturi í 1980´unum. Hetta hevur verið ein sera spennandi kapping øll árini, og tað vísir áhugin eisini við teirri rættiliga góðu undirtøkuni, sum aftur í ár hevur verið millum børn at vera við í kappingini, sigur Karis við Brúgv, marknaðarleiðari í SMS.

Allar tær mongu tekningarnar vóru sjálvsagt atvoldin til, at dómsnevndin, mannað við trimum fakfólkum, eisini í ár hevur havt úr at gera við at døma og kjósa vinnaran í teknikappingini.

Tá ið tann víðagitni Jólabýurin í SMS letur upp mánadagin 16. november fer jólaposin at fáa.