Jólasvimjing hjá ÍSB

ÍSB skipar sunnudagin 30. november fyri svimjikapping í Klaksvík.

16 kappingar vera á skránni, men í kappingum, har bert ein ella tvær tilmeldingar eru, verður kappingin lagt saman, so bæði kynini kappast. Tó verður kappingin avlýst, um bert tveir luttakarar eru tilsamans.

Øll við serligum tørvi kunnu luttaka, og tekningarfreistin er innan hósdagin.

Sjálv kappingin byrjar klokkan 13, men upphitingin byrjar klokkan 12.

Tey, ið hava tørv á hjálpara til umklæðingarrúmið mugu hava hjálpara við sjálvi.

Meira um tiltakið á www.isb.fo