Jólastova í Klaksvík

Hetta vikuskiftið skipar skótar fyri serstakari Jólastovu í sonevnda Grísafjósinum í Klaksvík. Umframt eina hugnaliga jólacafé við onkrum góðum afturvið, verður møguligt at síggja livandi djór, millum annað kaninir, geitir, kálv, lomb og fuglar.

Í Jólastovuni verður søla av lutaseðlum, jóladekorasjónum, heimagjørdum sleikisneisum og bommi. Haraftrat fer eisini at bera til at klippa jólapynt saman við skótunum.

Tiltakið byrjar í morgin kl. 10 og heldur fram til kl. 18, og verður aftur sunnudagin frá kl. 15 til 20.

Tað kostar at koma inn til tiltakið.

KEYP SOSIALIN Í PDF-ÚTGÁVU HER!<a>