Næmingar í Hvalbiar skúla hava aftur í ár havt eitt jólaprojekt fyri. Tað er siðvenja, at sætti flokkur ger okkurt, sum skal prýða úti á skúlaganginum í desember mánaði, skrivar Suðurrás.
- Í ár hava tey valt at gera eitt kavahús úr flamingo, umframt hetta hava tey hugnað um allan gangin, hava sett borð fram, har teir yngru næmingarnir kunnu sita og tekna ella skriva brøv til jólamannin, sum hevur latið okkum ein postkassa, har brøvini kunnu fara í. Eisini er møguleiki at sita og lesa í ganginum, har stólar eru settir upp og teppi løgd á gólvið, stendur at lesa á portalinum hjá suðringum.
Næmingarnir har suðuri hava pyntað jólahúsini við hjørtum, einglum, stjørnum og øðrum, og undir morgunsanginum fríggmorgunin greiddu tey frá, hvat hesi teknini merkja, umframt at tey lósu jólaevangeliið fyri hinum næmingunum.
- Jólastovan er nú tendrað og latin upp, og næmingar skúlans kunnu nú vitja jólastovuna í fríkorterunum, har tey eisini hava møguleika at lurta eftir jólatónleiki, skrivar Suðurrás.