Jólastásið...

So er tíðin aftur komin, har vit konufólk skulu finna røttu klæðini til jólaborðhaldið, og tað er ikki bara sum at siga tað.

Einar tvær vikur áðrenn fyrsta jólaborðhaldið skal verða, byrjar panikkurin so smátt at gera um seg. Tú stendur framman fyri klædnaskápinum og roynir optimistisk at finna blusur, toppar, kjólar og buksur, ið hava potentiali at gerast partur av jólastásinum. Men hví er tað ALTÍÐ so, at tað, sum tú riggaði so knasandi væl í síðstu jól – um tú sjálv skalt siga tað – ikki situr líka væl í ár ella bara tykist keðiligt? Tað er í hesi løtu, at panikkurin tekur til: Shit! Eg verði noydd at fara at keypa mær eitt nýtt jólastás. Onkursvegna er tað gott at hava eina undanførslu fyri at sleppa at shoppa, men hvat er modernað hesi jólini, og klæðir mær tað, sum tær fiksu handilskvinnurnar siga vera modernað? Ofta er tað við tógvið stríð, at rætta plaggið verður funnið, men hinvegin er mann so himmalsfegin, tá tað eydnast. Endiliga kann flugubein setast við klæðini, men jólastásið er ikki heilt fullkomið enn, tí nú eru tað týdningarmiklu smálutirnir, ið skulu fáast upp á pláss. Bíleggja tíð hjá frisør, finna røttu stilettirnar, keypa nýtt neglalakk og you name it!
Til jólaborðhaldið vilja allar kvinnur rigga væl. Tað er jú ikki oftari enn so, at mann hevur møguleika fyri at pynta seg við høgum skóm, glitrandi oyralokkum, flottari make up og fínum klæðum. Summar vilja enntá verða so flottar, at tær nakrar vikur áðrenn jólaborðhaldið leggja seg á eina briks við elektrodum, sum geva stoyt ella blíva knúlvaðar av eini maskinu, sum skal eitast at knúsa óynskta feittið.
Spurningurin er, um tað veruliga er neyðugt at keypa seg fátæka í kostnaðarmiklum klæðum, blíva knúlvað av onkrum feittknúsara og lata vera við at eta fyri at kenna seg vakra til jólaborðhaldið. Hoyrdi onkran sniðgeva siga, at tað fullkomna plaggið far fram tað vakrasta á kroppinum og fjalir tað, sum er minni vakurt. Men hvat við enska orðatakinum “You´re never fully dressed without a smile?” Við hesum in mente fari eg at finna mær jólastásið.