Jólaskipið til Klaksvík

Fýrverk, perur, jólamenn við neyðblussum, Ågot og ein stór mannamúgva, sum stóð í øllum kuldanum á kaiini og tók í móti vóru karmarnir, tá jólaskipið kom til Klaksvíkar sunnukvøldið

Klaksvík:
Klokkan var ikki farin av átta, tá fleiri neyðrakettir sóust á luftini og fólk byrjaðu at savnast á kaiini. Hornorkestrið spældi jólaløg, og allastaðni gingu børn og vaksin í kavadraktum.
»Gleðilig jól, øll somul«, róptu jólamenninir.
Jólaskipið sigldi einar tvær ferðir runt á vágni, áðrenn tað legði at. Og hugtakandi var sjónin í myrkrinum.
Børnini fingu høvi at heilsa uppá jólamenninar, tá teir komu á land og gingu yvir til brandbilin, sum stóð og bíðaði at koyra jólamenninar niðan á fótbóltsvøllin. Øll mannamúgvan gekk so aftaná í skrúðgongu, meðan limir úr hornorkestrinum spældu.

Kavi og jólamenn
Á vøllinum var ein pallur settur upp. Børnini runnu runt og spældu sær í kavanum, meðan Rannvá Lützen og kvartettin í Betesda stóðu fyri tónleikinum á vøllinum. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt eina stutta røðu, og síðani slapp ein av jólamonnunum til orðanna. Hann fekk øll at syngja tvey jólaløg, og síðani gjørdi hann sítt afturvendandi kynstur. Nevniliga at leypa upp um allar hinar jólamenninar, meðan teir lógu á vøllinum.
Í fjør miseydnaðist hetta, tí hann datt og breyt beinið, og sjúkrabilurin mátti koma eftir honum. Hann lovaði, at hetta ikki skuldi henda aftur, men tað lyftið megnaði hann ikki at halda. Hann datt í tí hann leyp um tann seinasta, og aftur mátti boð sendast eftir sjúkrabilinum. Í ár var tað tó ikki so álvarsligt, so jólamaðurin endaði ikki á sjúkrahúsinum.
So var tiltakið komið at enda, og børnini fingu ein pakka hvør heim við. Í góðum hýri og allarhelst nakað køld fóru øll heim.