– Vit jólamenn og vætrar gleða okkum øll at koma í Vágsbotn og heilsa upp á tykkum øll, og til at lurta eftir GHM, sum spælir hugnaligan jólatónleik. Tað er altíð so hugnaligt, og vit hava posan fullan av góðgæti. Gávurnar, ja tær mugu bíða til jólaaftan, tað sigur elsti jólamaðurin hjá okkum.
– Vistu tit, at nú hava vit fingið teldu? Ein vættur helt fyri, at tað var so snilt hjá fólki, at tey kundi síggja, hvussu veðrið fór at vera, so nú hava vit hugt bæði á DMI og Yr og Theyr. Men tey siga ikki heilt tað sama. Hvussu veit man so, hvat passar? Fyrr var altíð onkur jólaomma, sum segði, at giktin visti, hvussu veðrið fór at verða, siga jólamennir.
Men teir halda ikki, at tað bilar, hvussu so veðrið verður, tí í ár hevur jólaskipið fingið hjálp frá Bjargingarbátinum LÍV, so her er eingin vandi á ferð, og vit fara eisini at klára at heilsa uppá børnini í Nólsoy á veg til Havnar. Og teir halda fram:
»Og síðani verður, sum tað altíð hevur verið. Vit fara niðan í býin at heilsa upp á vinir og kenningar. Vit hava hoyrt, at ein gamal jólamaður er í einari jólasmáttu beint við gongugøtuni. Har fer at verða nógv annað at síggja. Jólatræið er so stórt sum ongantíð við túsund perum sum lýsa um allan miðbýin, og har verður eisini tónleikur og kór. Kanska sleppa vit eisini at keypa onkra gávu við heim til jólaommuna, tað dámar henni.
Kanska síggja vit eisini teg. Tað hevði verið stuttligt. Úr miðbýnum fara vit í hvussu so er at ynskja tær og øllum í Føroyum, børnum og vaksnum, eini GLEÐILIG JÓL!«