Jólaskipið funnið

Fríggjadagin funnu menn umborð á Tjaldrinum tiltikna jólaskipið Sauterness á 84 metra dýpi vestantil á Fugloyarfirði

Loksins eydnaðist tað. Fríggjadagin funnu menn umborð á Tjaldinum jólaskipið, sum fórst í ódnarveðri á Fugloyarfirði stutt upp undir jól í 1941.

- Tað er alt, sum týðir uppá, at vit hava funnið jólaskipið. Á upptøkunum síggja vit myndir av forskipinum, ið líkjast jólaskipinum, men annars er tað so illa farið, at hvørki navn ella annað sæst, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Tað var tíðliga í summar, at leitingin eftir jólaskipinum kom uppá tal.

- Vaktar- og Bjargingartænastan hevur regluligar venjingar við sjókaganum. Vit fingu eina áheitan um at skipa næstu venjing á staðnum, har jólaskipið sakk. Tað er altíð stuttligt at gera eina venjing, har tú hevur nakað ítøkiligt at ganga og leita eftir. Tað eydnaðist ikki fyrr í summar at koma á slóðina á skipinum. Vit høvdu so avlýst leitingina, tí vit høvdu verið á posisjónini, og har var einki at finna. Aftaná hava vit so fingið aðrar upplýsingar, so sum, at bátar hava verið fastir á eini leið, sum var eitt sindur frá, har vit høvdu leitað, og at tað var rustur á línuni, tá ið teir fingu hana upp. Tað kundi so benda á, at skipið ikki lá akkurát har, vit av fyrstan tíð høvdu fingið upplýst, at tað lá, greiðir Elmar Højgaard frá.


Uppgávan lokin

Sauterness liggur á 84 metra dýpi. Skipið er funnið vestantil á Fugloyarfirði, eitt sindur frá leiðini, har menn síðan hava hildið uppá, at tað sakk.

Vaktar- og Bjargingartænastan ger ikki meir við leitingina.

- Vit hava ongan áhuga í skipinum. Einasti áhugi okkara var at gera eina venjing, at hava nakað ítøkiligt at leita eftir, og tann uppgávan er lokin. Tað er ikki bara sum at siga tað at fara niður við sjókaganum, tí skipið liggur rættiliga djúpt, sigur Elmar Højgaard.

Er tað óðamannaverk at fara niður at kanna skipið nærri?

- Vit teirri kavaraútgerð, sum er í landinum í dag, er tað óðamannaverk at fara, sigur Elmar Højgaard.

Annars høvdu bretar ætlanir um at koma til Føroya í summar at leita eftir skipinum. Henda ætlanin var tó av ongum. Sum skilst vóru hetta fólk, sum hava tilknýti til herin.