Jólaskip vitja í Leirvík, Klaksvík og á Sandi

Í hesum jóladøgum vitja jólaskip í fleiri støðum kring landið. Í dag fáa Leirvík, Klaksvík og Sandur vitjan

Klokkan 15 í dag kemur jólaskipið á vitjan í Leirvík og klokkan 16 í Klaksvík.

Sannur jólahýrur er millum fólk, tá ið hugnaliga og vælprýdda jólaskipið við øllum jólamonnunum leggur at bryggju. Børn og vaksin gleða seg hvørt ár sera nógv til hesa hátíðarløtu,

Børn og foreldur eru boðin vælkomin at heilsa uppá jólamenninar.

##med2##

Klokkan 17 kemur jólaskipið til Sands. Teir verða úti í Støð klokkan 17. Harfrá verður farið við brandbilinum norð á kommunuskrivstovuna, har børnini fáa pakkar. Eisini verður jólagløgg, holukøkur og annað at fáa.